Annika Sølvará
01.11.2007
Skriva út

Fróðskapur á Google Book Search

Frá november 2007 kunnu allar útgávur hjá forlagnum Fróðskapi finnast í heilum líki í leitiskipanini Google Book Search. Hetta er heimsins mest umfatandi og mest brúkta leitiskipan. Endamálið er at gera føroyskar vísindaligar útgávur sjónligari og atkomuligar fyri ein størri lesaraskara.


Á altjóða bókamessuni í Frankfurt í oktober, har forlagið Fróðskapur var við fyri fyrstu ferð, varð forlagið skrásett sum brúkari hjá Google Book Search. Hetta varð gjørt til tess at gera útgávurnar hjá Fróðskapi sjónligari og meira atkomiligar hjá fólki uttanfyri Føroyar. 

Google Book Search er ein tann mest umfatandi leitiskipanin fyri bøkur í heiminum og veksur bara dag frá degi. Flestu universitetsforløg skráseta sínar bøkur í hesi skipanini, og nú eisini Fróðskapur. 

Í stuttum verða allar útgávurnar skrásettar við fylgjandi upplýsingum: Rithøvundi, bókaheiti, ISBN og møguliga slóð til keyp á netinum. Bókin verður øll skrásett elektroniskt og indekserað, so til ber at leita uppá hvørt einasta orð í bókini. Forlagið og rithøvundurin avgera saman, hvussu stórur partur av bókini skal verða tøkur at lesa á netinum. Skipanin er tann at forsíða, baksíða og innihaldyvirlit skulu altíð vísast. Harafturat skulu í minsta lagi 20% av sjálvum breyðtekstinum vísast. Henda leistin fara vit at brúka til nýggjar útgávur. 

Í fyrsta umfari verða útgávurnar hjá Fróðskapi síðani heystið 2005 skrásettar í leitiskipanini, tær 10 fyrstu beinanvegin og síðani nýggjar útgávur so hvørt tær eru tøkar. Seinni kann hugsast, at onkrar gamlar útgávur, sum Fróðskaparfelagið hevur givið út og sum ikki longri eru aktuellar at selja, verða lagdar út púra frítt. 

Endamálið við hesi skrásetingini er at leggja brellbitar av útgávum forlagsins út til tess gera tær sjónligari og harvið økja sølumarknaðin fyri føroyskum vísindaligum verkum. Google Book Search finst á books.google.com  Eru spurningar um skráseting á Google Book Search, upphavsrætt v.m. ber til at venda sær til forlagið á frodskapur@setur.fo