From Oral Poetry to Rap in the Faroes
22.07.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

From Oral Poetry to Rap in the Faroes

Grein eftir Maluna Marnersdóttur er júst komin út í bókini From Oral Tradition to Rap. Literatures of the Polar North. Umframt hesa grein eru greinir um samiskan, grønlendskan, sibiriskan skaldskap á koryak, og norðuramerikanskan skaldskap millum annað á inuktitut.


Greinasavnið er úrslit av samstarvi, sum stig var tikið til á ráðstevnu í Ilulissat í Grønlandi í mai 2005. Á hesi ráðstevnu, ið var fyrireiking til altjóða polarárið 2007-09, møttust granskarar frá nógvum fakøkjum, sum hava áhuga fyri norðpólsleiðunum.

"From Oral Poetry to Rap in the Faroes" er grein um føroyskan skaldskap, sum lýsir heila ringin í gongdini frá kvæðaskaldskapi, tjóðskaparskaldskapi og 20. aldar skaldskapi til rapp hjá eitt nú MC-Hár. Eyðkent fyri gongdina er m.a., at í kvæðaskaldskapinum var tekstur, tónleikur og framførsla samrunnin heild, síðani sleit teksturin seg leysan. Í nútímans popp- og rappmentan er gamla eindin av teksti, tónleiki og framførslu endurstovnað.

Karen Langgård, lektari á universitetinum í Nuuk, og Kirsten Thisted, ph.d. og lektari á universitetinum í Keypmannahavn hava ritstjórnað bókina. Ilisimatusarfik/Forlaget Atuagkat í Nuuk hevur givið hana út: info@forlaget-atuagkat.gl - ISBN 978-87-92554-21-5