Professarafyrilestur Firouz Gaini (2).JPG (2)
Brynhild Thomsen
23.01.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Fullsett Kongshøll lýddi á

Familja, starvsfelagar, vinfólk og fólk við áhuga annars møttu manssterk, tá Firouz Gaini helt sín professarafyrilestur seinnapartin

Hann greiddi frá, hvussu alt byrjaði, tá hann sum ungur las í Noregi, og antropologiin dró alsamt meira í seg.

- Tað vóru menniskjuni, sum høvdu mín størsta áhuga, greiddi Firouz Gaini frá í fyrilestri sínum, sum hann hevði givið heitið "Røtur og veingir".

Professarin, sum ikki dámar so væl heitið "mannfrøði", oysti síðani av síni stóru vitan um sambandið millum stað, heim og samleika, og út frá síni ungdómsgransking greiddi hann m.a. frá um flytføri, tilknýti og lívsmøguleikar.

Fyrilesturin liggur á youtube-rásini hjá Fróðskaparsetri Føroya - her.

Síðani handaði Hans Andrias Sølvará, dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, Firouz Gaini blómur og professara-skreytblað, og so stóðu kringvarpsfólk frá bæði Nón og tíðindunum klár at spyrja professaran.

Soleiðis sær eitt alment "professaraprógv" út frá Fróðskaparsetrinum. Hvar man tað fara at hanga?

Firouz Gaini brúkti filmin hjá Katrini Ottarsdóttur, Bye bye bluebird (1999), í sínum fyrilestri

Familjan var eisini komin í Kongshøll til hátíðarhaldið. Sigri M. Gaini, ph.d.-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini, sum er systir Firouz, Shahin Gaini, ph.d. og adjungeraður lektari í infektiónsmedisini, sum er beiggi professaran, og mamman, Lív Joensen

Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum, fekk eisini eitt gott prát við Firouz Gaini, professara

Professarar práta. Magni Mohr hevur úr at gera í hesum døgum, nú hann saman við m.a. Fróðskaparsetrinum er vertur fyri altjóða ráðstevnuni, Football is Medicine 2020. Men hann gav sær eisini stundir til at hoyra professarafyrilesturin og at heilsa upp á Firouz Gaini

Semja var um, at børnini eru sera væl undankomin. Lív Joensen var ikki sørt errin av soninum, Firouz

Kringvarpið var staðnum - her er tað tíðindamaðurin, Jógvan Skeel Nolsøe

Kongshøll var so at siga fullsett til professarafyrilesturin