Fullsett loftsstova á Føroyamálsdeildini, tá talgildu søvnini lótu upp
02.05.2018
Til lesandi Føroyamálsdeildin
Skriva út

Fullsett loftsstova á Føroyamálsdeildini, tá talgildu søvnini lótu upp

Á almennari móttøku seinnapartin vórðu talgildu søvnini hjá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya latin upp. Hesi eru nú at finna á heimasíðu Setursins.


Á móttøkuni greiddu fleiri fólk frá søvnunum og arbeiðinum við at talgilda tey. Fyri Setrið legði Bergur Djurhuus Hansen, dekanur, fyri og beyð vælkomin og segði frá undansøguni hjá søvnunum. Jógvan í Lon Jacobsen, professari, greiddi frá orðaseðlasavninum. Tóta Árnadóttir, adjunktur, ið sum part av sínum arbeiði varðar av skaldskapi á mannamunni í bandasavninum, greiddi frá hvørji atlit og hvørjar raðfestingar eru gjørdar í sambandi við hesa verkætlanina.

Bandasavnið var grundað við upptøkum, sum Mortan Nolsøe hevði við sær, tá ið hann varð settur í starv á Føroyamálsdeildini í 1972. Á tiltakinum var tað dóttir hansara, Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, sum vegna familjuna lýsti bæði pápan og tað megnar innsavningararbeiðið, sum hann hevur lagt eftir seg.

Ein av teimum heimildarfólkunum, sum eigur stóran part av tilfari í bandasavninum, er Alberti Djurhuus og abbasonur hansara, Jean Djurhuus, greiddi frá abbanum og stóra arbeiði hansara og ágrýtni.

Vísindaligu hjálparfólkini, Lena Reinert og Sanna A. Dahl, endaðu við at greiða frá og vísa, hvussu ávikavist talgilda orðaseðlasavnið og talgilda bandasavnið virka.

Bólkurin Kata framførdi eisini tvey løg, sum hava støði í siðbundnum tilfari. Annað lagið, ið tær framførdu, var ein frumframførsla, útseting av einum lagi, sum Hjalmar Thuren tók upp í 1902 og sum er til skjals í bandasavninum.

Talgilda orðaseðlasavnið er at finna á heimasíðuni HER

Talgilda bandasavnið er at finna á heimasíðuni HER