Fullsett til ráðstevnu um sálarheilsu hjá ungum
150 fólk vóru til ráðstevnuna á Setrinum í dag, sum snúði seg um sálarheilsuna hjá ungdómi. - Vit skulu avrika og renna skjótari og skjótari, segði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, m.a. í setanarrøðu sínari
Ráðstevnan seinnapartin í Kongshøll á vestaru bryggju hevði heitið "Hvat bagir?" og setti sjóneykuna á tað, sum kann ávirka sálarligu heilsustøðuna hjá ungdóminum. Sambært fleiri granskarum er sálarligi trivnaðurin hjá ungum í støðugari afturgongd, hóast ungdómurin í dag søguliga neyvan hevur havt betri fortreytir fyri at støðast í lívinum.
Men hvat er tað, sum bagir?, varð so spurt á ráðstevnuni í dag, har Ole Jacob Madsen, sálarfrøðingur, heimspekingur og professari, Hermundur Sigmundsson, sálarfrøðingur og professari, Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, og Monika Mohr, kandidatur í heilsufremjan høvdu framløgu.
Tað var Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sum helt setanarrøðuna í Kongshøll, og við loyvi frá honum endurgeva vit her talu hansara:
Góðan dag, fyrst av øllum vil eg takka fyri, at eg eri boðin við til hesa ráðstevnu, har tit fara at umrøða eitt so týdningamikið evni, sum trivnaðurin hjá ungum.
Tey ungu, okkara komandi ættarlið, eru eitt tað mest dýrabara, ið vit hava, og tað er skyldan hjá okkum øllum at gera tað dýrasta, vit eru ment fyri tryggja, at komandi ættarliðið fær so góðar fortreytir sum møguligt fyri bæði at mennast og trívast.
Eg hugsi, at vit øll av og á gera okkum tankar um trivnaðin hjá teimum ungu, tí hetta evnið er nakað, sum fyllir nógv, har vit ferðast í gerandisdegnum og - ikki minst - í miðlunum, bæði her í Føroyum og í grannalondum okkara.
Eg kann byrja við at fortelja um eina frásøgn, sum eg havi fingið frá einum persóni, sum hevur tilknýti til børn og ung í dag.
Fyri nøkrum árum síðani fekk viðkomandi til uppgávu at stuðla einum næmingi í fjórða flokki. Fyri at fáa gott samband við hini í flokkinum, setti hon seg niður saman við øllum flokkinum og prátaði við tey, og har hon millum annað spurdi tey, hvat tey gleddu seg allarmest til.
Ein drongur segði, at hann gleddi seg mest til, at pápin kom heim av sjónum, men beint eftir hetta reistist ein annar drongur og segði: “Eg gleði meg mest til at fara upp á pensjón………". Eina løtu stóð tíðin still hjá tí vaksna persóninum, sum hevði sett spurningin, einamest tí hon sá, hvussu avgjørdur hesin smádrongurin var.
Viðkomandi persónur fekk tíverri ikki høvi at spyrja henda smádrong, hví hann – longu í fjórða flokki - gleddi seg at til at fara upp á pensjón. Í dag kunnu vit siga, at spurningurin gevur góða meining, ikki minst tá vit síggja yvirskriftina á fyrilestrinum um ta føroysku kvalitativu kanningina, sum Annika Helgadóttir Davidsen og Monika Mohr fara at leggja fram seinni, har tey ungu lýsa lívið sum eina uppgávu, har flugubein skal setast við nøkur avrik, soleiðis at tey kunnu fara upp á pensjón.
Hetta er eisini í samsvari við tað sum týski sosiologurin, Harmut Rosa, førir fram, har hann sigur, at vit sum borgarar – stór sum smá - kenna eitt trýst til alla tíðina at avrika, og at ferðin á “lívs-tokinum” veksur alsamt soleiðis, at vit ikki tora at seta okkum á bonkin á perron’ini eina løtu at hugsa, merkja ella reflektera, tí tá er tokið farið framvið. Vit skulu avrika og renna skjótari og skjótari.
Vit kunnu so seta okkum spurningin um, hvussu trivnaður er millum ung í dag í Føroyum, harundir eisini hjá næmingum í fólkaskúlanum.
Sum svar upp á henda spurning kunnu vit byrja við at ásanna, at tíbetur veksur okkara vitan um trivnaðin hjá børnum og ungum í Føroyum, soleiðis at vit í alsamt minni mun noyðast at gita, heldur enn at vita.
Føroysk gransking og føroyskar kanningar framdar bæði her í Føroyum, á Setrinum og á útlendskum stovnum seinastu árini vísa, at ein stórur partur av teim føroysku børnunum og ungu hava tað gott og trívast, og hetta er gleðiligt.
Somuleiðis vísa hesar kanningar og gransking tó eisini, at tað enn eru mong, sum ikki trívast, hóast tað nú eru nógv ár síðani, at Føroya Løgting í 1992 samtykti, at Barnarættindasáttmálin hjá Sameindu Tjóðum eisini skuldi galda í Føroyum; Barnarættindasáttmálin, sum sigur, at børn og ung hava rætt til eitt gott og trygt lív, men sum eisini áleggur teimum vaksnu at gera tað, sum er best fyri børnini.
Føroyskar og útlendskar frágreiðingar vísa greitt, at tey børn og ung, sum veruliga mistrívast ella stríðast við ringa sálarheilsu og hava tørv á hjálp, til tíðir kenna seg slept upp á fjall, og at tey vaksnu ikki hjálptu, hóast børnini og tey ungu royndu at siga frá og biða um hjálp.
Vit síggja eisini, at talið á børnum og ungum, ið ikki koma í skúla, er vaksið nógv, og eisini er talið av næmingum, sum ganga í serstøkum sernámsfrøðiligum skúlaskipanum og serstovum, vaksið munandi seinastu árini. Skúlaleiðarar og lærarar hava víst á, at eitthvørt má gerast fyri at hjálpa hesum næmingum, og hetta er eisini nakað, sum tað nýggja aðalráðið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, hevur sett sær fyri at kanna nærri og gera nakað við.
Tað er tó av týdningi at hava í huga, at tað at trívast ella mistrívast, tað at hava góða heilsu ella ringa heilsu, er ikki eitt einfalt roknistykki, sum skal ganga upp, og tí er neyðugt, at vit gera okkum stóran ómak. Vit mugu arbeiða miðvíst og við framtíðini í huga, og ikki finna upp á einfaldar hovsaloysnir, sum byggja á illa undirbygdar gitingar.
Tá tað er sagt, so eri eg av tí áskoðan, at tað er alneyðugt, at samfelagið sum heild áhaldandi raðfestir heilsu og trivnað hjá okkara børnum og ungum frammalaga, tí hetta gagnar samfelagnum sum heild, men eisini tí, at hetta er nakað, sum tey ungu bæði hava uppiborið og rætt til, og tí tað eru tey, sum skulu føra okkara samfelag víðari inn í framtíðina. Og júst í nærmastu framtíð fáa vit úrslitini frá nýggjastu trivnaðarkanningini í fólkaskúlanum, sum vit eru spent upp á at kunna brúka í okkara áhaldandi arbeiði fyri at fremja trivnaðin hjá børnum og ungum.
Fyri til seinast at venda aftur til Harmut Rosa og “lívs-tokið”, so hugsi eg, at tað er umráðandi, at vit tora at seta okkum á “perron’ina” eina løtu at hugsa, at vit tora at reflektera og fara í dialog; at vit tora at vita, at tað, sum vit gera í dag, fer at gera gagn um mong ár.
Hetta er eisini í samsvari við tað, sum avvarðandi ráðharri fyri barnaøkið í Íslandi segði um, at tey átøk, ið ein ger á hesum økinum í dag, fara at bera ávøkstur um 60 ár.
Sum avvarðandi landsstýrismaður á barnaøkinum í Føroyum gleðir tað meg tí almikið, at eisini tit velja at seta tíð av bæði til hesa ráðstevnuna, har sjóneykan verður sett á trivnaðin hjá teimum ungu, men eisini, at tit í tykkara dagliga yrki vilja virka fyri betri trivnaði fyri okkara ungu, fyri okkara framtíð.
Eg ynski tykkum eina góða ráðstevnu og gleði meg til at hoyra tær framløgur sum vera her í dag.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...