20.10.2011
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Fundarrøð við klinisku útbúgvingarstøðini

Í septembermánaða í ár byrjaði ein fundarrøð á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum um góðkenning av kliniskum útbúgvingarstøðum í samband við sjúkrarøktarføðisútbúgvnigina


Sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin er sett saman av einum  ástøðiligum parti á 150 ECTS námsstig og einum kliniskum parti á 90 ECTS námsstig. Kliniska partin taka tey lesandi á sjúkrahúsum, í heimatænastuni  ella á ellis- og røktarheimum. Hesi klinisku útbúgvingarstøðini skulu góðkennast av skúlanum og grundarlagið undir góðkenningini, er ein lýsing av útbúgvingarskipanini og námsfrøðiliga innihaldinum.

Tað er í tí sambandi, at Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum fyriskipar hesi fundarrøð, har umboðan frá øllum útbúgvingarstøðum luttaka. Byrjað varð í september 2011 og arbeitt verður viðari við hesum inntil apríl 2012.