Fundur um Lóg á Setrinum
23.02.2012
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Fundur um Lóg á Setrinum

Undir heitinum Symposium on Faroese Law vitja um vikuskiftið løgfrøðingar og onnur av seks universitetum ið samstarva við Fróðskaparsetrið um útbúgving í løgfrøði.


Fróðskaparsetrið hevur í fleiri ár boðið út stakskeið í lóg, serliga á masterstigi og hevur leingi havt í umbúna at lýsa masterútbúgving í jura.

Higartil hevur gingið ser væl at fingið skeið góðskrivaði á øðrum útbúgvingum. Føroyingar lesa mest løgfrøði í Danmark, serliga á Københavns Universitet. Dekanurin av juridiska fakultetinum verður við á fundinum saman við lestrarleiðaranum. Samstarvið við Keypmannahavn hevur verið sera gott og er avgjørd fortreyt fyri at menna fak og útbúgving í Føroyum.

Í fjør gjørdist Kári á Rógvi uttanhýsis lektari í Keypmannahavn við tí fyri eyga at vegleiða teimum ið skriva ritgerð (speciale) um føroysk viðurskifti. Alsamt fleiri gerast tí cand. jur. við føroyskum fakum og føroyskari vegleiðing.

Somu góðu viðurskifti royna vit nú at fáa í lag við lærdu háskúlarnar í Aalborg, Oslo, Akureyri, Reykjavík og Háskóla Íslands, umframt aðrar ið ikki eru við á júst hesum fundinum.

Vónandi fer at bera til at lesa jura í vesturnorrønu grannalondunum og seta útbúgvingina hóskandi saman við føroyskum fakum, eittnú um føroyska fyrisiting, arbeiðsrætt ella fiskivinnu.

Men skal bera til at bjóða master út í Føroyum, so er alneyðugt at til ber at taka einstøk fak aðrastaðni og fáa tey góðskrivaði henda vegin. Eisini hetta verður tikið upp.

Næsta stigi verður at fáa líknandi viðurskifti í lag við fjarlagdari lond, samskifti er fingið í lag við fleiri skúlar longri burturi.

Høvi verður eisini nýtt at leggja ætlanir fyri komandi ráðstevnur og granskingarsamstarv. Føroyar eru sera áhugaverdar í granskingarhøpi, tí hóast fáment hava vit somu skipanir sum aðrastaðni, sum til liggja væl fyri til samanberandi gransking. Fleiri føroyskar skipanir eru eisini millum tær bestu í norðanlondum, tí stundum er lættari at fremja nýhugsan í smáum samfeløgum. Arbeiðsloysisskipan og samtíðarskattaskipan Føroya verða nevndar sum dømi um skipanir ið onnur hava áhuga fyri.

Tórshavnar Býráð skipar fyri døgurða leygarkvøldið at sýna stuðul sín til hesa ætlan, sum kann styrkja Tórshavn til lestrarbý. Ráðstevnur, útlendsk lesandi, umframt hetta at føroyingar kunnu enda lesturin í Føroyum verður bæði mett at geva inntøkur og fáa fleiri vælútbúgvin ung at venda heimaftur.

Er áhugi fyri at hitta útlendsku gestirnar ber til at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina 352580 ella Kára á Rógvi lektara kariar@setur.fo