![](https://setur.cdn.fo/savn/8813/screenshot-2022-09-20-at-09-03-07-dagførd-skrá-fyri-framløgur-á-vísindavøkuni.png?width=624&height=350&rmode=crop&bgcolor=fff&format=jpg&s=XLZfui7XtFcqCVS9cMKnYXnAS64)
Fylg við Vísindavøkuni á stroymi
Vísindavøkan 2022 byrjar í Løkshøll í Runavík fríggjamorgunin 23. september kl. 8.15 við 19 framløgum og ársins miðlaheiðuri
Granskingarráðið boðar frá nøkrum broytingum í skránni, sum er kunngjørd:
Framløgurnar hjá Mariu Skaalum Petersen og Magna Mohr eru býttar um, so Magni Mohr hevur framløguna Hví møðast vit av kropsligum arbeiði? Paradigmuskifti í 100 ár klokkan 13:20, og Maria Skaalum Petersen heldur sína framløgu, COVID-19 og andevni yvir tíð, klokkan 9:20.
Framløgan hjá Evu Kjæld Hansen um Fruktbæri á føroyskum seyði - ein rannsókn eftir arvaligum fruktbæris-frávikum/villum er flutt fram til klokkan 9:40.
Framløgan hjá Karin Jóhonnu L. Knudsen við heitinum At klára seg sjálva - Føroyskar konur seta orð á, hvat eyðkennir flyting hjá føroyskum konum millum Føroyar og Danmark er avlýst vegna forfall.
Øll eru vælkomin í Løkshøll til framløgurnar. Til ber eisini at fylgja við á netinum.
Skráin og leinki til stroyming sæst her
- 12.07.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinTekna teg til gott stakskeið í lóg og leiðsluSøk um pláss á spennandi masterskeiði í Lóg og Leiðslu áð...
- 12.07.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinKom á stakskeið í búskaparstýring fyri leiðararSøk um pláss á spennandi masterskeiði í búskaparstýring f...
- 12.07.2024 SetriðNýggi bygningurin hjá Setrinum verður nú projekteraðurLandsverk hevur skrivað undir ráðgevarasáttmála við Henni...