Náttúruvísindadeildin, KS
17.06.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fýra fingið masterprógv frá Náttúruvísindadeildini

Á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum hava fýra lesandi staðið útbúgvingina MSc í leitingarjarðalisfrøði: Benadikt Joensen, Heðin Abrahamsen, Fríðrik Heinesen og Bjarni Petersen.


Hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur fingið masterprógv á Náttúruvísindadeildini, síðani Fróðskaparsetrið við kunngerð frá 2003 fekk heimild at geva masterútbúgvingar. Útbúgvingin er normerað til 2 ára fulltíðarlestur oman á BSc-prógv. Teir fýra hava brúkt longri tíð, tí at teir hava verið í starvi samstundis.

Í MSc lestrinum skulu nøkur skeið standast, sum taka eitt gott ár tilsamans. Flestu skeiðini eru tikin á Náttúruvísindadeildini. Harumframt hava teir vitjað og fingið vegleiðing ymsa staðni, eitt nú á universitetunum í Århus, Keypmannhavn og Uppsala. Samstarv hevur eisini verið við fyritøkuna Gedco í Canada. Í MSc-útbúgvingini tekur arbeiði við ritgerðini meginpartin av einum ársverki. Nýklæktu kandidatarnir hava arbeitt saman tveir og tveir. Granskingarevnini hava verið innan leitingarjarðalisfrøði.

Seimiskar kanningar viðvíkjandi Kollafjørð, Skopunarfjørð og landgrunninum

Masterritgerðin hjá Fríðriki og Bjarna hevur heitið 'Processing of seismic data and design of 3D seismic surveys - Case examples from Kollafjørður, Skopunarfjørður and from the seismic line OF94-029'. Viðvíkjandi Kollafirði hava teir gjørt eina 'tykisliga' 3D seismikkkanning við forritinum OMNI. Við hesari tøknini hava teir eisini eftirkannað seismikkin, sum er skotin í sambandi við undirsjóvartunnilin undir Skopunarfjørð.

Høvuðsparturin av uppgávuni hevur tó verið at prosessera og tulka ein part av eini seismiskari linju frá OF94 kanningunum av føroysku undirgrundini. Her hava teir funnið ymiskar horisontar, og við at brúka ljóðferðirnar í teimum ymsu grótløgunum, hava teir sett horisontarnar í eina tíðarsøgu. Í tilfarinum hava teir megnað at ásett dýpið, har basaltið byrjar, men tað hevur verið meira torført at staðfest, hvat liggur undir basaltfláunum.

Vegleiðari hjá Fríðrik og Bjarna hevur verið Robert James (Jim) Brown, professari á Fróðskaparsetrinum og fyrrverandi professari á universitetinum í Calgary í Canada.

Magnetotelluriskar (MT) mátingar av undirgrundini

Masterritgerðin hjá Benadikt og Heðini hevur heitið 'Magnetotelluric survey from north to south onshore the Faroe Islands', har teir hava kannað, í hvønn mun elektromagnetiskar mátingar kunnu brúkast til at skilja, hvussu føroyska undirgrundin er uppbygd.

Ritgerðin byggir á magnetotelluriskar (MT) mátingar á 30 støðum í linju frá Gjógv norðast í Eysturoy yvir Streymoy og Sandoy til Akraberg sunnast í Suðuroy. Sum við øllum nýggjum granskingarvirksemi úti í náttúruni, so hava hesar mátingarnar givið stórar avbjóðingar. Serliga støðirnar á Sandoynni høvdu so nógv óljóð, at tær vóru ónýtiligar. Støðirnar í Suðuroy hava nakað av óljóði. Frægastu mátingarnar vóru norðanfyri, serliga á Streymoynni.

Serliga vísti tað seg, at sjógvurin millum oyggjarnar og á landgrunninum hevði stóra ávirkan á mátingarnar. Ein greining av úrslitunum vísir, at tað er avgjørt neyðugt at taka tann sera væl leiðandi sjógvin við í útrokningarnar, tá ið eitt modell skal gerast av undirgrundini.

Vegleiðarar hava verið Jim Brown, professari á Fróðskaparsetrinum og Laust B. Pedersen, professari á universitetinum í Uppsala.