22.12.2011
Skriva út

Fýra umsóknir til tvey dekanstørv á Fróðskaparsetri Føroya

Freistin at søkja dekanstørvini til nýskipaðu megindeildir Fróðskaparsetursins var 16 desember.


Talan er um dekanstørv til ávíkavíst Megindeildina fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi og Megindeildina fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi.

Fýra umsóknir eru móttiknar, tvær til hvørt starvið.

Umsóknirnar verða nú viðgjørdar í eini setanarnevnd. Størvini verða sett skjótast til ber.