22.07.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fyrilestrar á Náttúrugripasavninum, 4/8 -10, kl. 19.30

Thomas Hylland Eriksen, professari: Lívfrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni og Janus Hansen, ph.d lesandi: Hvat gera vit fyri at verja okkara náttúru?


ST hevur lýst 2010 at verða lívfrøðiligt margfeldisár. Føroya Fróðskaparfelag, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið hava í felag lagt eina skrá av fyrilestrarrøðum til rættis fyri 2010. Vit fara á ymsan hátt at lýsa lívfrøðiligt fjølbroytni - eisini úr øðrum sjónarmiðum enn teimum reint lívfrøðiligu.

Mikudagin 4. august verður næsta fyrilestrarkvøldið í røðini. Tiltakið verður í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð kl. 19:30.

Skráin verður:


Thomas Hylland Eriksen, professari í antropologi á universitetinum í Oslo heldur fyrilestur undir heitinum:

Lívfrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni


Stegður við kaffi/te

Janus Hansen, ph.d lesandi í lívfrøði, heldur fyrilestur undir heitinum:

Hvat gera vit fyri at verja okkara náttúru?


Plakat til tiltakið