14.11.2017
Til lesandi Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fyrilestrar um haru og haruskjóting í Føroyum

Í kvøld og hóskvøldið 16. november heldur Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði, fyrilestrar um føroysku haruna og haruskjóting í Føroyum.


Annar november var fyrsti dagur, at loyvt var at skjóta harur. Áhugin at skjóta hevur verið stórur, og higartil eru skotnar yvir 1.100 harur kring landið.
Úrslitini frá haruskjótingini verða skrásett á heimasíðuni haran.fo. Her sæst, hvussu gingist hevur kring landið, og hvussu nógvar harur eru skotnar hvønn dagin. Eisini ber til at fara inn á síðuna at hyggja, hvussu nógv er skotið í hvørjum haga, í hvørjari bygd og í hvørjari oyggj í Føroyum. Besti túrurin higartil hevur verið í Tormanshaganum í Bø, har 8 mans, 3. november, fingu 65 harur. Leygardagin 4. november skutu 9 mans 60 harur í Eystara parti av Dølum, sum eigur til bygdina Vestmanna.


Fyrilestarar um haru og haruskóting

Áhugin fyri haruskjóting tykist at vera rættiliga stórur, og fólk vilja fegin frætta meira um føroysku haruna og um haruskjóting í Føroyum.
Mikukvøldið 25. oktober helt Eyðfinn Magnussen fyrilestur á Sunda bókasavni. Fyrilesturin hevði heitið:  “Føroyska haran og haruveiðan í Føroyum”. Eini 20 fólk vóru og lurtaðu.


Pakkhúsið í Bø: Í kvøld, týskvøldið 14. november, heldur Eyðfinn Magnussen fyrilesturin um “Føroysku haruna og haruskjóting í Vágum”. Fyrilesturin verður í Pakkhúsinum í Bø og byrjar klokkan kl. 19:30. Tað er bygdarfelagið Bíggjarbati, sum skipar fyri tiltakinum. Tú kanst lesa meira um tiltakið HER.


Naddoddaneystið á Tvøroyri: Hóskvøldið 16. november kl. 19:00 verður fyrilesturin “Føroyska haran og haruskjóting í Føroyum” hildin í Naddoddaneystinum á Tvøroyri. Aftaná kemur Rói Sørensen at hugleiða um Klappjaktina í Trongisvági, ið er elsta av sínum slagi. Smakkroyndir  vera at fáa, myndir verða vístar og Tróndur Enni syngur nøkur løg. Tú kanst lesa meira um tað tiltakið HER.