Fyrilestur: Hans Andrias Djurhuus og sambandið við Noreg
Sambandið millum føroysk sjálvstýrisfólk og mentafólk í Noregi var fyri stóran part grundað á myndina av Danmark sum forðing fyri tjóðskaparligari menning, sigur Hanus Kamban, heiðursdoktari.
Fríggjadagin kl. 14 fer Hanus Kamban at halda heiðursdoktarafyrilestur um Hans Andrias Djurhuus og samband hansara við Noreg. Fyrilesturin hevur heitið ‘Frændur eystan hav – Hans Andriasar norska tilknýti’ og fer at fevna um Hans Andriasar kontaktir serstakliga í Vesturnoregi í tíðarskeiðnum 1905-1940, einamest árini frá 1925. Hetta er tíðarskeiðið frá tí at Noreg varð frítt og til tað varð hersett av Týsklandi, og fevnir m.a. um árini 1931-1933, tá Noreg mótvegis Danmark gjørdi krav uppá part av Eysturgrønlandi.
Árini fyri 1940 var nógv samband millum føroysk sjálvstýrisfólk og norsk mentafólk í Vesturnoregi, og fyrilesturin gevur okkum eitt ógvuliga ítøkiligt innlit í hetta samband við Hans Andriasi sum dømi. Á mangan hátt var hetta samband ríkandi fyri partar.
– Hinvegin, so hevði hetta sambandið eisini eina aðra síðu, ið var grundað á eina felags uppfatan av Danmark sum forðing fyri tjóðskaparligum framburði, sigur Hanus Kamban.
Hanus greiðir frá, at Hans Andrias kendi væl ein norskan skúlastjóra í Bergen, sum var ættaður úr Sognefjord, Andreas Barsnes at navni. Hann eins og mong onnur í Noregi uppfataðu tíðarskeiðið, tá ið Noreg var partur av danska kongsríkinum (1396-1905), sum eina niðu í norskari søgu – ‘Firehundredårig Natten’, sum Ibsen tók til í Peer Gynt.
– Síðsta summar fóru Kirsten og eg bæði eina ferð til Noregs, m.a. til eina oyri við Sognefjørðin, har Andreas Barsnes var uppvaksin. Har eydnaðist okkum at koma á tal við ein abbason hansara, sum visti nógv at fortelja um abba sín, greiðir Hanus frá.
Á sumri 1928 vitjaði Hans Andrias norska vinmannin, og burtur úr hesi vitjan kom m.a. tvær yrkingar, sum komu í á heilt serstakan hátt. Hans Andrias hevur í eini grein greitt frá, at tær vóru yrktar úti við ein foss har um leiðir – Andreas Barsnes yrkti fyrst eina og síðani Hans Andrias eina. Báðar snúðu tær seg um donsku fútarnar sum ímynd av donskum ræði í Noregi.
– Vit vóru uppi við hendan fossin, og við hesi hending í huga fekk mann dámin av eini farnari tíð, har hugburðurin til tað tjóðskaparliga var ein annar enn í dag, greiðir Hanus Kamban frá.
Vitjan Hans Andriasar hjá Andreas Barsnes er eitt dømi í fyrilestrinum um sambandið millum føroyingar og norðmenn í umrødda tíðarskeiðnum. Í fyrilestrinum um Hans Andrias og kontaktir hansara í Noregi fer Hanus Kamban at lýsa onnur støð, onnur mentafólk og aðrar vitjanir; felags áhugamál; hugmyndir og dreymar; søgu, málstríð og politikk.
Hanus Kamban varð á føðingardegi Fróðskaparsetursins í fjør tilnevndur heiðursdoktari, og tað er í hesum sambandi, at fyrilesturin verður hildin. Fyrilesturin verður í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini fríggjadagin 26. februar kl. 14.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...