17.04.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Fyrilestur: "Krimien - den sidste gode historie? "

Petur Kirkegaard, granskari á deildini fyri samskiftisfrøði á universitetinum í Ålborg heldur fyrilestur um krimibókmentir á Føroyamálsdeildini mikukvøldið 22. apríl kl. 20.00.


Peter Kirkegaard heldur í hesum døgum skeið um krimibókmentir fyri BA- og MA-næmingum á Føroyamálsdeildini. Hann hevur granskað og skrivað ein hóp um norðurlendskar krimibókmentir. Í løtuni er hann uppi í einari verkætlan um norðurlendskar krimibókmentir í okkara tíð.


Serøkið hansara er mæti svenski rithøvundurin Arne Dahl, og í fyrilestri sínum endar Peter Kirkegaard við at tosa um bók hansara Europa blues frá 2001. Fyrilesturin verður á donskum.