Fyrilestur og kjak um avbjóðingina við ferðavinnu, við amerikanska professaranum Paulinu Sheldon
Fróðskaparsetur Føroya bjóðar til almennan fyrilestur í Kongshøll hósdagin 31. oktober frá 14.30 til 16.00 um, hvussu vit møta avbjóðingunum í ferðavinnuni.
Pauline Sheldon er professari emirita á Universitetinum í Hawai`i í Mānoa, har hon hevur starvast á deildini fyri vinnumenning og ferðavinnu. Pauline hevur granskað og útgivið greinar og bøkur um m.a. burðardygga ferðavinnu, íverksetan og ferðavinnu, tøknimenning, vælveru-ferðavinnu og um sosiala ábyrgd í ferðvinnuni.
Pauline hevur fingið fleiri viðurkenningar fyri sítt arbeiði. Í 2008 fekk hon heiðursgávu frá heims-ferðavinnufelagnum hjá Sameindu Tjóða (UNWTO) fyri sítt fakliga ískoyti til kjakið um burðardygga ferðavinnu. Í 2014 fekk hon heiðursgávu Hannes Werthner fyri sítt ískoyti til ferðavinnu kunningartøkni.
Fyrilestur og kjak er á enskum máli. Meira kunning um Paulinu er at lesa her
Skráin er henda:
14.30: Kaffi við inngongdina.
14.45: Hans Andrias Sølvará, dekanur fyri Søgu- og samfelagsdeildina bjóðar vælkomin
15.00: Fyrilestur við Paulina Sheldon: "Tourism Destinations: From Sustainability to Regeneration". The lecture will focus on how profound social and economic changes are forcing tourism destination decision-makers to seek new models and new paradigms to successfully navigate the future. In the context of problems such as over-tourism and climate change, the presentation will suggest that new drivers of success are necessary for destinations to thrive. Using specific examples, it will discuss the principles of moving from sustainable tourism to regenerative tourism.
15.30: Kjak
16.00: Samanumtøka
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...