Fyrilestur um fólkaatkvøðuna í 1946 á ráðstevnu í Fraklandi
09.06.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Fyrilestur um fólkaatkvøðuna í 1946 á ráðstevnu í Fraklandi

Hans Andrias Sølvará, lektari í søgu, helt í farnu viku fyrilestur á ráðstevnu í Clermont-Ferrand í Fraklandi. Evnið á ráðstevnuni var fólkaatkvøður og demokratiska idealið í Evropa.


Fyrilesturin hjá Hans Andriasi var um fólkaatkvøður í Føroyum, serliga hana í 1946, og um føroysk-donsk viðurskifti.

Ráðstevnan “La pratique référendaire et l'idéal démocratique européen” er ráðstevna í eini røð, sum verður fyriskipað árliga á Universitet Blaise Pascal í Clermont-Ferrand. Evnini og økini eru skiftandi, to altíð innan hugvísindaøkið. Í ár vóru fyrilestrarhaldararnir flestallir søgufrøðingar og samfelagsfrøðingar

Matt Quortrup, DPhil, lektari við Cranfield University í Onglandi, var høvuðsrøðari á ráðstevnuni. Hann var í Føroyum í fjør og var tá á vitjan á Søgu- og Samfelagsdeildini. Tað er umvegis hetta sambandið, at Hans Andrias varð boðin at halda fyrilestur á ráðstevnuni.

Fyrilestrarnir frá ráðstevnuni verða givnir út í bók, hetta verður væntandi í heyst.

Til ber at lesa meira um ráðstevnuna, skránna og samandráttir av fyrilestrunum her: http://ehic.univ-bpclermont.fr/article65.html