Lena Reinert
21.02.2019
Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

Fyrilestur um íslendskt og enskt í talgildum sambýli

Málsliga støðan í Íslandi er ógvusliga nógv broytt seinastu árini. Økta alheimsgerðin og framkoman av snildfonum og samvirknari tøkni gera sítt til, at enska málið otar seg inn á íslendska málsamfelagið.

Nýggja tøknin økir um ávirkanina av enskum og ávirkanin er meira samvirkin og ágangandi enn áður, serstakliga millum børn og ung. Henda nýggja málsliga støðan – merkt av talgildum málamóti – verður nógv umrødd í fólksligu miðlunum, har søgur um, at børn hava langar samrøður á enskum, ofta verða tiknar fram. Hvussu umfatandi henda nýliga helling móti enskum er, hevur tó higartil verið ókannað.

Sigríður Sigurjónsdóttir, professari í íslendskari málfrøði á Deildini fyri íslendskt og mentan á Háskóla Íslands, heldur fyrilestur um stóru verkætlanina  Greining av málfrøðiligu avleiðingunum av talgildum málsambýli, sum kannar nýtsluna av íslendskum og enskum máli í Íslandi.

Úrdráttur av fyrilestrinum um talgilt sambýli

Fyrilesturin verður hildin í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini, V.U. Hammershaimbs gøtu 22, týsdagin 26. februar klokkan 15.

Fyrilesturin verður hildin á enskum og er ókeypis og almennur.