Skriva út
Fyrilestur: Um nýggja jarðarbýtið hjá Jóannesi Vísa og ta horvnu kongshálvmørkina við Gjógv
Fríggjadagin 1. apríl fer Petur Jacob Sigvardsen at halda heiðursdoktartafyrilestur um Jóannes Vísa og nýggja jarðarbýtið við Gjógv. Fyrilesturin verður á Søgu og samfelagsdeildini.
Spurningar, sum verða viðgjørdir í fyrilestrinum verða hesir:
Hvørja mannagongd nýtti Jóannes Vísi í nýggja jarðarbýtinum í Funningi og við Gjógv?
Hví er ½ kongsmørk og 14½ óðalsmørk í Funningi og 15 óðalsmerkur við Gjógv?
Hvat við tí horvnu Kirkjumørkini?
Man Jóannes Vísi hava lutað Gjáarfólki eina ½ kongsmørk og spjatt hana so snildisliga, at hon sást ikki aftur?
Petur Jacob Sigvardsen varð á føðingardegi Fróðskaparsetursins í fjør tilnevndur heiðursdoktari, og tað er í hesum sambandi, at fyrilesturin verður hildin. Fyrilesturin verður á Søgu og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25, veghæddini, fríggjadagin 1. apríl klokkan 14.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Mynd: kvf.fo
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...