Eyðfinn Magnussen, Náttúruvísindadeildin
04.07.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fyrilestur um panikkangist

Hósdagin 7. juli heldur Noomi Gregersen fyrilestur, sum hon kallar ‘Ílegugransking innan panikkangist í føroyska fólkinum’. Fyrilesturin verður á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni og byrjar klokkan 15.


Um panikkangist sigur Noomi Gregersen, at “Panikkangist er ein torfør sálarsjúka, sum er eyðmerkt av afturvendandi panikkanføllum, og rakar ein út av tjúgu persónum gjøgnum lívsleiðina. Tvíbura- og familjukanningar hava víst, at orsøkin til panikkangist er ein sammantvinning av okkara ílegum og umhvørvinum, vit ferðast í.”

Aftur á Slóðina
Noomi Gregersen er í løtuni PhD-lesandi á Århus universiteti. Hon byrjaði at lesa lívfrøði á Setrinum 2004 og fekk handað bachelor  prógv frá Setrinum á sumri í 2007. Bachelorverkætlanina gjørdi hon saman við Heidi S. Hansen og var um Føroysku músina. Við nútímans DNA-kanningum funnu tær fram til, hvørjum slagi føroyska músin er av og hvaðani hon hevur sín uppruna. Eftir hesa bacheloruppgávuna hevur verið arbeitt víðari við hesum kanningum, og fyrr í ár kom vísindagreinin ‘A molecular characterization of the charismatic Farose house mouse’ sum var almannakunngjørd í altjóða tíðarritinum ‘Biological Journal of the Linnean Society’. (greinin kann lesast sum pdf-fíla her). Eftir lesturin í Føroyum, helt Noomi fram við lívfrøðilestrinum á Århus Universiteti og fekk mastergrógv haðani í mars mánað í 2010.

PhD-verkætlanin
Verkætlanin um panikkangist, sum Noomi nú er farin undir, er liður í eini størri verkætlan innan sálarsjúkur í Føroyum. Endamálið við hennara kanningum er at eyðmerkja tær ílegur, sum økja um vandan, at útvikla hesa torgreiðu sálarsjúku. Í hesi verkætlanin verður fyrst og fremst granskað í føroyingum við panikkangist. Í íleguhøpi verður mett, at tað føroyska fólkið er meira homogent enn flestu onnur fólkasløg; tí skuldi borið til at eyðmerkt tær ílegur, ið økja um vandan fyri sálarsjúkuni. Hesar ílegur kunna síðani kunna finnast aftur í øðrum fólkasløgum, sum ikki eru so homogen.

Kunning um tiltakið
Noomi Gregersen sigur, at í næstum er ætlanin at koma til Føroyar at greiða frá verkætlanini. Greitt verður frá mannagongdini at eyðmerkja ílegurnar, og síðani verður víst á fyribilsúrslit frá hesum kanningum. Noomi sigur, at tey ynskja at kunna um panikkangist í Føroyum, soleiðis at verkætlanin gerst meiri sjónlig, so at enn fleiri føroyingum við panikkangist kunna verða við í verkætlanini, um teir ynskja tað.


Fyrilesturin verður sum áður sagt á Náttúruvísindadadeildini í Nóatúni og byrjar klokkan 15.


Les eisini greinina ‘Føroyska músin”, sum stóð á NVD-heimasíðuni 31. august 2007.