Fyrilestur um Russland og Ukraina
26.03.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Fyrilestur um Russland og Ukraina

Hósdagin tann 27. mars verður ein almennur fyrilestur á Søgu- og Samfelagsdeildini um Russland og Ukraina og orrustuna um Krim.


Tað er Irina Zhilina, sum í løtuni er gestafyrilestrahaldari á Søgu- og Samfelagsdeildini, ið kemur at greiða frá orrustuni millum Russland og Ukraina sæð við russiskum eygum.

Irina Zhilina starvast á Strategic Environmental Impact Assessment of development of the Arctic, á Arctic Centre í Rovaniemi, í Finnlandi. Hon er útbúgvin innan altjóða viðurskifti á Murmansk State Technical University í Russlandi og hevur eina kandidatútbúgving í pólrætti (polar law) frá Lærda háskulanum á Akureyri í Íslandi.

Fyrilesturin verður hildin á Søgu- og Samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, fyrilestrahøli á veghæddini, klokkan 15:00. Tiltakið varar umleið ein tíma. Øll eru vælkomin.


Niðanfyri er ein enskur samandráttur av framløguni sum verður hósdagin:

Russian political considerations about Ukraine and Crimea

The political situation in Ukraine has become a centre of the world´s attention last month as the Crimea referendum campaign started. The presentation is inviting to discuss the Russian international perspective on the Ukrainian crisis and also domestic implications of the EU/US –led sanctions.