Fyrilestur um tilflyting og mál
24. februar kl. 16 heldur Elisabeth Holm, ph.d. og samskipari á Góðskueindini á Fróðskaparsetrinum, fyrilestur á Landsbókasavninum um tilflyting og mál
Landsbókasavnið hevur saman við øðrum á Fróðskaparsetri Føroya gjørt av at varpa ljós á føroyska gransking.
Vit meta, at tað er umráðandi, at granskingin verður miðlað og borin út í føroyska samfelagið, tí ivaleyst hevur almenningurin stóran áhuga í granskingini.
Miðlingin verður gjørd við granskingargrundaðum fyrilestrum hjá vísindafólkum, ið starvast á Setrinum og øðrum granskingarstovnum.
Ætlandi verða sjey fyrilestrar tilsamans. Teir verða hildnir seinasta mikudag í mánaðinum til og við mai, og síðani aftur í september, oktober og november.
Fyrsti fyrilestrahaldari er Elisabeth Holm, ph.d. og samskipari á Góðskueindini á Fróðskaparsetrinum.
Ph.d.-ritgerðin hjá henni kallast "New Times in the Faroe Islands, New Speakers of Faroese and the Sociolinguistics of Labour Market Inclusion: Challenges and Opportunities".
Hon snýr seg í stuttum um tilflyting úr útheiminum til Føroya og føroyskt mál.
Fyrilesturin er almennur og verður á føroyskum.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...