Fyrilestur um “Uppdagandi skriving”
17.04.2012
Námsvísindadeildin
Skriva út

Fyrilestur um “Uppdagandi skriving”

“Uppdagandi skriving” er heitið á einum fyrilestri, sum Lesivegleiðarafelagið og Føroya Læraraskúli skipar fyri 19. apríl klokkan 19.30 í Læraraskúlahøllin


Klara Korsgaard, leiðari á Nationalt Videnscenter for Læsning, heldur fyrilesturin.

“Uppdagandi skriving” er ein arbeiðsháttur, sum miðar eftir, at børn longu fyri skúlaaldur kunna skriva seg til lesing. Eftir hesum arbeiðshátti verður støðið tikið í børnunum, í tekstum hjá teimum sjálvum og tørvinum at samskifta.

Børn eru klár at skriva, áður enn tey eru klár at lesa. Tí eiga tey at fáa møguleikan at koma í samband við skrivingina so skjótt, sum tey vísa áhuga fyri skrivingini, heldur Klara Korsgaard.

Hon fer at greiða frá týdninginum, sum “uppdagandi skriving” hevur fyri avkodan og lesifatan. Eisini fer Klara Korsgaard at siga frá, hvørjar fakligar og undirvísingarligar avleiðingar henda vitan hevur fyri lesi- og skriviundirvísingina í 1.flokki.

Saman við øðrum hevur hon skrivað bókina “Opdagende skrivning – en vej ind i læsningen”, ið vendir sær til dagstovnaleiðarar, námsfrøðingar, lærarar í innskúlingini, lesivegleiðarar og lesandi á námsfrøðinga- og læraraskúlum.

Ein verkætlan lá til grund fyri bókini. Verkætlanin vísti m.a., at “uppdagandi skriving” byggir upp undir trúnna hjá barninum um, at tað í veruleikanum dugir, tí við “uppdagandi skrivingini” verður støðið altíð tikið í barninum. Hetta vísti seg sjálvsagt eisini at vera sera stór tileggjan fyri børnini.

Fyrilesturin, sum er almennur, verður hóskvøldið 19. apríl kl. 19.30 í Læraraskúlahøllin, Frælsi 20 í Tórshavn.