08.04.2008
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Fyrilestur við Bo Hakon Jørgensen

Bo Hakon Jørgensen er lektari í bókmentum á Syddansk Universiteti í Odense. Doktararitgerð hansara var um Karen Blixen


Per Højholt – fyrilestur eftir Bo Hakon Jørgensen

á Fróðskaparsetrinum, Føroyamálsdeildin, V. U. Hammershaimbs gøta 16

Hósdagin 10. apríl, kl. 13

Bo Hakon Jørgensen hevur skrivað Primitivitetens paradoksale kostume (1986) um ritverkið hjá Per Højholt (1947-2004), sum er ein av størstu donsku rithøvundum. Hann fekk nógvar virðis- og heiðurslønir, hóast meginparturin av ritverkinum var ókendur fyri tey flestu. Hinvegin kennast øll í Danmark við yrkingasavnið Gittes monologer (1984), sum er einrøða hjá eini ungari kvinnu skrivaðar á hennara eysturjúska málføri. Einarøðurnar halda heimføðisskap fyri gjøldur og eru gjørdar soleiðis, at tær fingu ótrúliga góða undirtøku.

Per Højholt er annars kendur fyri at vera sera intellektuellur yrkjari, sum eksperimenteraði við málinum og forminum. Meginparturin av útgávunum eru yrkingar, eitt verk blandar tekstsløg og tvær eru skaldsøgur. Onnur skaldsøgan kallast 6512 (útgivin 1969) og hin Auricula (2001), sum Højholt skrivaði í meira enn 20 ár. Auricula hevur støði í eini anekdotu um, at í 1916 var púra stilt í eina løtu, sum hevði við sær at nøkur túsund oyru vóru borin í heim uttan restina av kroppinum. Skaldsøgan er søgurnar hjá hesum oyrum.

Karen Blixen – fyrilestur eftir Bo Hakon Jørgensen

í Norðurlandahúsinum, leygardagin 12. apríl kl. 14.30.

Karen Blixen (1885-1962) er annar stóri heimskendi danski rithøvundur – hin er á H. C. Andersen. Hon fekk altjóða viðurkenning fyri bókina Seven Gothic Tales, sum hon gav út undir navninum Isak Dinesen í 1934. Bókin kom á donskum árið eftir. Hon skrivaði eina røð av søgum, sum komu út á enskum og donskum m.a. Den afrikanske Farm (1937), Vintereventyr (1942), Babettes gæstebud (1952), sum er gjørdur til film.

Bo Hakon Jørgensen hevur granskað ritverkið m.a. í doktararitgerðini Siden hen – om Karen Blixen (1999).