26.03.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Fyrilestur við Steingrími J. Sigfússyni, fyrrverandi fíggjarmálaráðharra Íslands

Fríggjadagin 28. mars kl 15:30 verður ein almennur fyrilestur á Søgu- og Samfelagsdeildini við Steingrími J. Sigfússyni, fyrrverandi fíggjarmálaráðharra Íslands, um endurreisingina av íslendska búskapinum.


Fyrilesturin verður fríggjadagin 28. mars kl 15:30 á Søgu- og Samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, fyrilestrahøli á veghæddini. Tiltakið varar umleið ein tíma. Øll eru vælkomin.

Steingrímur J. Sigfússon tók við sum fíggjarmálaráðharri Íslands í 2009, tá ið stóra fíggjarkreppan var vorðin veruleiki. Sum fíggjarmálaráðharri til 2013 hevði hann ein týðandi leiklut í arbeiðnum at endurreisa íslendska fíggjarkervið, og í samráðingum við altjóða gjaldoyragrunnin IMF og onnur lond og kreditorar um tiltøk og loysnir.

Í fyrilestrinum fer Steingrímur at lýsa nakrar av teimum avgerðum og loysnum, ið vórðu framdar í skattaskipanini, peningapolitikkinum, vinnuligu lóggávuni, vælferðarskipanunum o.a. Heitið á fyrilestrinum er:

Leið Íslands út úr kreppuni ( Iceland’s Way Out Of The Crisis)

Fyrilesturin verður á enskum