Fyrsta bók um føroyskar barnabókmentir í síni heild
Turið Sigurðardóttir hevur undirvíst í, granskað, skrivað greinar um og ummælt barnabókmentir.
Henda bókin
- lýsir umhvarvið av føroyskum barnabókmentum í rúmliga 100 ár
- greinir eitt úrval av gomlum og nýggjum føroyskum barnabókum, barnasøgum og -sangum
Føroyskar barnabókmentir tóku seg upp stutt eftir 1900, tá ið meginparturin av føroyingum búði á bygd, og barnasøgur og barnasangir flestir vóru um børn á bygd. Staðseting og evnisval broyttist lítið, hóast bygdarlívið broyttist og lívið hjá flestum fekk býardám. Úrslitið var, at søgurnar gjørdust meir og meir afturlítandi.
Vend kom í 1970-árunum: Nú kundu søgur henda í Havn, og gentur kundu vera høvuðspersónar. Hildið varð fast við veruleikakenda frásøgn, men nútíðin var sloppin innum og varð viðgjørd kritiskt.
Realistiska frásøgnin misti sessin sum høvuðsrák í 1990-árunum, tá ið furðusøgur ella fantastiskar søgur kyknaðu upp í føroyskum ungdóms- og barnabókmentum undir ávirkan frá altjóða rákinum.
Ongar bøkur eru bara. Serstøðan hjá barnabókmentum er, at tann ætlaði móttakarin, barnið, er ómyndugur, óroyndur og annað við ‘ó-‘ afturímóti sendaranum, tí vaksna. Hetta hevur í áratíggju verið partur av støðinum undir víðfevndum kjaki og gransking, sum hevur víðkað sjónarringin viðvíkjandi barnabókmentum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...