08.03.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Fyrsta føroyska kvinna tók studentsprógv í 1897

Hon æt Elinborg Jacobsen og tók studentsprógv í Lærda skúla í Reykjavík.


Foreldur hennara, sum vóru flutt til Reykjavíkar, vóru Anna, f. 1838 í Havn, og Jógvan, f. 1832, skósmiður úr Havn. Jógvan var sonur Júst Jacobsen og var systkinabarn Jákup bøkjara Jacobsen. Elinborg var tískil trímenningur Sonnu av Skarði.

Sum kvinna hevði Elinborg ikki loyvi at ganga til undirvísing, men kundi lesa uttanskúla og fara til próvs. Møguleikin hjá gentum at lesa uttanskúla var komin árið fyri, í 1896, og tvær gentur høvdu roynt tað undan Elinborg, men hon var tann fyrsta, sum tað eydnaðist at lúka prógv. Í 1904 fingu gentur loyvi at ganga í Lærda skúla í Reykjavík.

Familjan flutti til Danmarkar, og Elinborg ætlaði at lesa til lækna, men ráðini vóru ikki góð, eftir at pápin doyði í 1905. Elinborg tók útbúgving sum massøsa.