Skriva út
Fyrsta undirvísingin í Sjóvinnuhúsinum
Hósdagin var undirvíst í Sjóvinnuhúsinum fyri fyrstu ferð
Enn er ikki alt liðugt, men nógv er liðugt, og tað ber til at undirvísa í einstøkum hølum í Sjóvinnuhúsinum.
Hósdagin hevði Bergur Djurhuus Hansen, lektari á Føroyamálsdeildini, skeið við lærarum úr miðnámsskúlanum á Kambsdali. Undirvísingin fór fram á 2. hædd. Evnini vóru vistgreining (økokritikkur) og politiskar skaldsøgur.
Lærararnir vóru 8 í tali og høvdu sjálvir tikið stig til skeiðið.
Sjóvinnuhúsið verður eftir ætlan tikið í brúk í februar og mars komandi ár.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...