SSD wiseflow próvtøka (2).jpg
Brynhild Thomsen
10.12.2019
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin Til lesandi
Skriva út

Fyrsta Wiseflow-próvtøkan hildin

Fyrsta próvtøkan á talgildu próvtøkuskipanini, Wiseflow, varð í dag hildin á Søgu- og samfelagsdeildini.

Wiseflow, sum eisini verður nýtt á fleiri fólka- og miðnámsskúlum í Føroyum, er ein talgildur pallur til próvtøkur.

Á Fróðskaparsetrinum er ætlanin, at allar próvtøkur skulu verða á Wiseflow. Í byrjanini er tó ætlanin at hava nakrar fáar próvtøkur á hvørjari deild fram til summarið 2020.

Hóast smærri avbjóðingar vóru við skipanini, lótu tey lesandi sum heild væl at.

Á myndini síggjast ein próvtøkuvaktur og lesandi til próvtøkuna