Fyrsti lestrardagur í fagrasta veðri
21.08.2017
Til lesandi Føroyamálsdeildin Lestrarskrivstovan Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Setursskrivstovan Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Fyrsti lestrardagur í fagrasta veðri

Í morgun varð skipað fyri felags innleiðslutiltaki fyri teimum útvið 230 nýggju lesandi á Fróðskaparsetri Føroya


Tiltakið, sum byrjaði kl. 9, varð fyriskipað í skálanum á Námsvísindadeildini úti á Frælsinum.

Sigurð í Jákupsstovu, rektari beyð vælkomin og helt røðuna fyri teimum nýggju lesandi.

Eftir hetta fingið umboð fyri lesandi orðið. Fyrst var tað Turid Christoffersen fyri Ráð Teirra Lesandi og eftir hana Silja Aldudóttir, sum er umboð fyri lesandi í stýrinum fyri Fróðskaparsetri, og søgdu tær báðar nøkur orð um teirra leiklutir og um valið av umboðunum til stýrið, sum verður fyriskipað á hvørjum heysti.
Eisini kunnaði Sjúrður Ravnsfjall, KT-samskipari á Setrinum, um KT-amboð á Setrinum – t.d. heimasíðu, Office 365, Moodle, Studentaportalin, kopi- og prentskipanina o.a.
Tey lesandi fingu eisini eina stutta innleiðslu um aðrar stuðulstænastur, so sum lestrarvegleiðing og um tann fyrisitingarliga partin av lesnaðinum hjá lesandi á Setrinum.

Aftaná vórðu øll boðin til ein drekkamun í nýggju Seturskaféini, sum Ráð Teirra Lesandi fyriskipar í gomlu kantinuni á Námsvísindadeildini. Var vóru eisini básar við umboðum fyri Ráð Teirra Lesandi, Altjóða Skrivstovuna MFS, STUDNA,Strandfaraskipum Landsins, Leinkjan.fo, Rit & Rák og Betri Banka, har hesi kunnaðu um ymiskar møguleikar, ein hevur sum lesandi.

Innleiðslan heldur fram úti á deildunum frá kl. 1,1 har tey lesandi saman við undirvísarum, øðrum starvsfólkum og hinum lesandi verða kunnaði meira um lesnaðin.