Fyrsti MA í løgfrøði
Snorri Fjallsbak hevði tann heiður at vera fyrsti studentur á Fróðskaparsetri Føroya, ið fekk MA prógv í løgfrøði. 27. juni var prógvhandan í Norðurlandahúsinum, og tá helt Snorri Fjallsbak hesa røðu.
Í 1479 fekk Keypmannahavn sítt Fróðskaparsetur eisini við juridiskum fakulteti. Um leið 250 ár seinni fóru tey eisini at undirvísa í donskum viðurskiftum (til tað hevði tað mest verið rómverjarættur). Føroyar fekk sítt Fróðskaparsetur í 1965. Um leið 35 ár seinni tóku tey upp løgfrøði, longu frá fyrsta degi um føroysk viðurskifti. Í so máta er støðan heilt góð. Í Keypmannahavn hava tey útbúgvið løgfrøðingar við kunnleika til donsk viðurskifti síðan 1736, meðan vit her hava útbúgvið løgfrøðingar síðan 2014, so vit eru eitt sindur aftanfyri.
Tað byrjaði við “Grundskeið í lóg”. Løgfrøði minnir eitt sindur um matematikk, men er meira spennandi, tí har eru ofta fleiri svar til sama spurning. Tað er tí eisini meiri lukrativt: Fleiri advokatar kunnu fáa løn fyri at svara sama spurningi – ymist. Ein ofta settur spurningur er hesin: Tað stendur einki í reglunum um hetta, er tað so loyvt, ella er tað forboðið? Hetta spurdu tey seg um á Setrinum: Kunnu vit halda skeið og krevja gjald? Tað er jú ikki vanligt at gjalda fyri undirvísing. Tey komu til, at einki stóð um tað í reglunum, einki stóð um at tað var forboðið, so mátti tað vera loyvt. So lýst bleiv við skeiði í “Kollektivum arbeiðsrætti”, júst mítt fak, so eg og mong onnur meldaðu til. Gjaldið gjørdi tað, at tænastustøðið var høgt, og har var sera hugnaligt. Eins og í Airbussinum kom Eileen trillandi við kaffivogninum, við smákøkum, frukt og nøtum. Men nú Eileen er givin, er vist eingin kaffivognur. Fleiri skeið komu og eg meldaði til. At enda hevði eg so nógv stig, at Kári á Rógvi spurdi, um ikki eg skuldi skriva eina serritgerð. Jú, tað helt eg at eg kundi, so tað gjørdi eg, og tí standi eg her - sum løgfrøðingur - tann fyrsti. So eg fari – hóast tað er eitt sindur ósmæðið – at ynskja Setrinum til lukku. Og tit øll haryviri, sum fáa prógv í dag, hjartaliga til lukku, vit síggjast, tá ið lønin skal ásetast.
Snorri Fjallsbak
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...