Fyrsti masterstudenturin í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum
Hans Pauli Joensen
29.02.2012
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fyrsti masterstudenturin í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum

Fróðskaparsetur Føroya hevur nú fingið sín fyrsta masterstudent í lívfrøði.


Fyrsti MSc studenturin í lívfrøði er nú innskrivaður á Setrinum. Tað er Heidi S. Hansen, sum eftir BSc útbúgvingina í lívfrøði frá NVD fór at lesa MSc í lívfrøði á Keypmannahavnar Universiteti (KU). Hon hevur søkt um at verða innskrivað sum masterstudentur í lívfrøði á Setrinum, og tað er játtað.

Í høvuðsheitum snýr tað seg um at gera serritgerðina til MSc útbúgvingina. Hon fær skeiðini frá útbúgvingini á KU avriksflutt til útbúgvingina á Setrinum.

Vegleiðari vegna Náttúruvísindadeildina verður professor Dr. philos. Svein-Ole Mikalsen. Uttanseturs vegleiðarar verða Dr.Scient. Maria Dam, Umhvørvisstovan, professor DMSc. Bente Pakkenberg, Bispebjerg University Hospital, og Stud. PhD Nina Eriksen, Bispebjerg University Hospital.

Heitið á MSc ritgerðini er “The effect of mercury on the pilot whale brain”.