Hansina Vilhelmsdóttir klipt.JPG
17.11.2022
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Fyrsti námsfrøðingur staðið master í heilsuvísindum

Í morgun varð eitt søguligt fet tikið aftrat, tá fyrsti námsfrøðingur stóð prógv sum master í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya

Hansina Vilhelmsdóttir er tann fyrsta við námsfrøðiligum prógvi, sum hevur staðið yvirbygning á Setrinum sum master í heilsuvísindum.

Hini, sum áður hava lokið hetta prógvið í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði, hava verið sjúkrarøktarfrøðingar, ergo- og fysioterapeutar og sosialráðgevarar.

Men nú hevur Hansina Vilhelmsdóttir, ið frammanundan stóð á námsfrøðiligari grund, so slóðað fyri.

Lesið meira um masterútbúgvingina í heilsuvísindum her.

Vit ynskja Hansinu hjartaliga til lukku við próvnum!