Læraraskúlin
19.04.2010
Námsvísindadeildin
Skriva út

Fyrstu lesivegleiðararnir í Føroyum

Í gjár 16. apríl 2010 fingu 30 lesivegleiðarar handað prógv á Føroya Læraraskúla. Hetta er fyrstu ferð, at vit hava útbúgvið lesivegleiðarar í Føroyum. Staðið fyri útbúgvingini hava Karolina Matras, lesigranskari og Katrin Næs, málgranskari.


Lesivegleiðararnir skulu skipa eina lesivegleiðing í skúlanum, har ein partur verður at menna, samskipa og eftirmeta lesi- og skriviundirvísingina, vegleiða lærarar um innihald, undirvísingarhættir og tilfarsval í sambandi við lesing og skriving, bæði hjá einstøkum næmingum og flokkinum.


Lesivegleiðararnir skulu eisini ráðgeva skúlaleiðarum í spurningum um lesing og skriving og saman við leiðslu og lærarum seta í verk lesiátøk í skúlanum.


Ein týdningarmikil partur av arbeiði teirra verður at geva gætur eftir einstaka barninum og flokkinum. Hetta kann eisini gera tað lættari at avdúka trupulleikar og vegleiða lærarum og foreldrum viðvíkjandi møguleikum at arbeiða við hesum.