Fyrstu orðini hjá føroyskum børnum
Sissal M. Rasmussen, adjunktur á Setrinum, vísir við grein síni, "Faroese children’s first words", á tann týdning, sum orðfeingi hevur fyri máltøku hjá børnum
Greinin stendur í tíðarritinum Nordic Journal of Linguistics, Cambridge University Press.
Ein stuttur samandráttur av greinini kann lesast her.
Úrslitini í hesi greinini byggja á dátur frá 415 føroyskum børnum í aldrinum átta til 20 mánaðir. Granskingin vísir á týdningin, sum orðfeingi hevur fyri máltøku hjá børnum, eisini í mun til aðrar partar av málsligu menningini hjá børnum, so sum setningsgerð og lesiførleikar.
Í greinini sæst, hvørji tey fyrstu orðini hjá føroyskum børnum eru, og hvørji eyðkennini við hesum orðunum eru.
Í greinini er ein listi við 50 teimum fyrstu orðunum, sum føroysk børn duga at siga. Greinin vísir eisini, hvussu føroysk børn læra orð samanborið við børn í londum kring okkum, og fyrstu orðini hjá føroyskum børnum og enskum børnum vera samanborin.
Hald krevst fyri at lesa alla greinina, men tey 50 orðini eru her:
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...