Trygvi Danielsen (2).JPG
Brynhild Thomsen
16.12.2019
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Fyrstu próvtøkurnar í list í dag

Trygvi Danielsen var fyrsti studenturin, sum skuldi upp í munnligari próvtøku í ritlist í morgun. Aftaná vóru eygnalokini sindur tung

- Eg stóð royndina, og nú fari eg heim at sova, tí eg havi als ikki sovið í nátt. Tað geri eg ongantíð, tá eg skal til próvtøku, so nú gleði eg meg at sleppa heim, sigur hann.

Trygvi Danielsen heldur, at tað var stuttligt at fara til próvtøku í egnum tilfari.

- Tað er ein stuttsøga, sum eitur 2. Hon snýr seg um eina gentu, sum vaknar eftir eitt ball í 90´unum, og hon minnist ikki so væl, hvat er hent. Hon hevur hesa náttina mist sín moydóm og fær ein son. Eg arbeiði við einum savni, sum skal hava sjey stuttsøgur. Nú havi eg skrivað 2 og 7, sigur Trygvi Danielsen.

Savnið kemur út í summar

Í summar verður ein filmur frumsýndur, sum eitur 111 góðir dagar, og filmshandritið hevur Trygvi Danielsen skrivað.

- Stuttsøgurnar snúgva seg um, hvat er hent í tíðarskeiðinum , áðrenn hendingarnar í filminum. Til dømis er sonurin, sum verður gitin hesa ballingarnáttina í stuttsøguni 2, ein av høvuðspersónunum í filminum, greiðir Trygvi Danielsen frá. Hann ætlar, at stuttsøgusavnið skal koma út í summar, tá filmurin eisini  verður aktuellur, so savnið verður helst ritgerðin, sum hann skal gera við ársenda á listaútbúgvingini.

Ein deilig útbúgving

Trygvi Danielsen, sum hevur ein bachelor frá Føroyamálsdeildini frammanundan, hevur nógv gott at bera nýggju útbúgvingini í ritlist. Og undirvísarunum.

- Eg haldi, at eg havi tikið meg nógv fram hesar mánaðirnar. Rói Patursson er suverenur, eisini Oddfríður Rasmussen,  Marjun Kjelnes og Jens Dam Ziska, sigur hann.

-Vit eru eini 15, og eingin er givin á útbúgvingini enn. Tey eru inspirerandi, og vit lesa tekstirnar hvør hjá øðrum og kritisera, sigur Trygvi Danielsen, sum í januar hevur tvær próvtøkur aftur at hesari í dag, sum var í egnum verki.

Studentarnir lótu sín tekst inn fyri tveimum vikum síðani, og í dag eru so einir 30 minuttir settir av til hvønn lesandi, sum  hevur eina samrøðu við Róa Patursson, prógvhoyrara og greiðir honum frá arbeiðsgongdini og listaligu ætlanunum við tekstinum. Studentarnir verða eisini eggjaðir at knýta hugasambond millum tekstin og ástøðiligu tekstirnar, sum eru lisnir í sambandi við skeiðið.

Próvtøkur í tónlist í morgin

Í morgin er tað so tónleikurin, sum eigur tørn. Próvtøkurnar í tónlist verða á Námsvísindadeildini, og Sunleif Rasmussen er prógvhoyrari.

Studentarnir hava fyri umleið einari viku síðani latið egið verk inn, sum er umleið fimm minuttir til longdar. Próvtøkurnar eru skipaðar á sama hátt, sum tær í dag í ritlist á Føroyamálsdeildini.  Studenturin hevur samrøðu við prógvhoyraran og greiðir frá arbeiðsgongdini og listaligu ætlanunum við verkinum. Studentarnir verða eisini eggjaðir at knýta hugasambond millum egna verkið og ástøðiligu tekstirnar, sum eru lisnir í sambandi við skeiðið.