Gamla testamentið er fiksjón, ikki so?
26.02.2014
Námsvísindadeildin
Skriva út

Gamla testamentið er fiksjón, ikki so?

Fyrilestur við Jens Bruun Kofoed professara verður í veitsluhøllini á Námsvísindadeildini (Læraraskúlanum) mánakvøldið 3. marts, kl. 20:00. Evnið er: “Er tað vísindaliga møguligt at viðgera Gamla testamentið sum eina søguliga álítandi keldu?”


Gransking í Gamla testamenti síðstu árini hevur verið merkt av sera stórari skepsis um søguliga virðið í hesum gomlu jødisku skriftunum. Mest skeptisku granskararnir, tann sonevndi Keypmannahavnarskúlin, vilja vera við, at Gamla testamentið, alt sum tað er, er uppspunnið, skrivað av jødum í hellenistiska tíðarskeiðnum í royndini at skapa eina felags søgu og mentanarligt grundarlag. Hóast ikki allir granskarar fara so vítt, so eru teir flestu sera ivingasamir um elstu fláirnar í søgugongdini í Gamla testamenti hava nakað søguligt virði yvirhøvur — so sum søgurnar um ættarfedrarnar Ábraham, Ísak og Jákup, og ferðina hjá ísraelsfólki úr Egyptalandi.

Tó, tað eru granskarar, serliga í enskt talandi heiminum, sum meta, at Gamla testamentið hevur høgt søguligt virði. Í Norðurlondum er Jens Bruun Kofoed ein av fáu forsprákarunum fyri søguliga trúvirðinum í Gamla testamenti. Kofoed vardi sína ph.d. ritgerð við Aarhus Universitet í 2001, og er í dag professari á Fjellhaug Internasjonale Høgskole.  Í fyrilestrinum í veitsluhøllini á Námsvísindadeildini mánakvøldið fer hann at viðgera, um tað er nakað vísindaligt grundarlag fyri søgufrøðiliga virðinum í Gamla testamenti. Hann fer t.d. at viðgera útferðina úr Egyptalandi sum eitt mentanarligt minni og meta um, hvussu søguliga viðgerðin av tekstum sum hesum er tongd at teimum a priori fortreytum, ið granskarar fara til verka við. Møguleiki verður at seta spurningar og koma við viðmerkingum eftir fyrilesturin.