Screenshot_2021-01-20 Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum.png
Endamálið við Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving
20.01.2021
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Gávugóðs handað í summar

Á hvørjum ári verður gávugóðs latið ungum listafólki úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum á føðingardegi Thorvalds 8. februar.

Covid-19 hevur gjørt tað trupult at skipa fyri einum tiltaki á sjálvum degnum í ár, og nevndin fyri grunnin hevur tí gjørt av, at handanin verður í summar í staðin.

Lýst verður neyvari við tiltakinum, tá summarið nærkast.

Endamálið við Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving. Stovnsfæið er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum, gartnara, sum hevði stóran alsk til mál og list.

Lesið meira her.