Gávugóðs til ung listafólk
Hátíðarhald og tvær handanir verða í Hoydølum, tá gávugóðs verður latið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum týsdagin 8. februar
Nú verður gávugóðs aftur latið ungum listafólkum úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.
Korona hevði við sær, at einki tiltak var í fjør, og tí verða tvær handanir í ár, ávikavist fyri 2021 og 2022.
Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunsins er arvur eftir Thorvald Poulsen av
Steinum, garðyrkismann.
Ein trímannanevnd við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelagi og forkvinnuni í Listafólkasambandi Føroya stjórnar grunninum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum er nevndarformaður.
Í løtuni er nevndin henda: Bergur Djurhuus Hansen, dekanur og umboð fyri rektaran á Fróðskaparsetrinum, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelagi og Marita
Dalsgaard, forkvinna í LISA.
Skipað verður fyri hátíðarhaldi í Nýggja húsi í hølunum hjá LISA í Hoydølum týskvøldið 8. februar kl. 19.30. Umframt tvær handanir eru røður, tónleikur og ábit á skránni. Knút Háberg Eysturstein, Mattias D. Kapnas og Per Ingvaldur Højgaard Petersen fara at spæla.
Gávugóðsið er 35.000 krónur og verður latið saman við heiðursbrævi.
Lesið meira um grunnin, og hvør áður hevur fingið gávugóðs úr honum her.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...