Skriva út

Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at gávugóðs skal handast úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.


Gávugóðsið verður givið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg. Í ár hevur nevndin valt at heiðra Janus á Húsagarði og Bárð Reinert Poulsen.
 
Tiltakið, sum er alment, verður á Østrøm fríggjadagin 8. februar kl. 16.

Skrá í sambandi við handan av heiðursgóðsi frá grunni Thorvalds Poulsen á Steinum

  1. Vælkomin
  2. Malan Marnersdóttir hugleiðir um list og útbúgving
  3. Sigurð í Jákupsstovu handar gávugóðs
  4. Janus og Bárður greiða frá og framføra


Aftan á er eitt lítið ábit

Fróðskaparsetur Føroya

Les meira um grunnin.