Skriva út

Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2016

Á almennari samkomu á Reinsarínum fríggjadagin 5. februar kl. 17 verður gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum latið. Tað er Tórshavnar Musikkskúli, ið ger tilmæli til Grunnin um, hvussu gávugóðsið skal býtast, og skúlin skipar eisini fyri hátíðarhaldinum.


Trímannanevnd, umboðandi Tórshavnar Musikkskúla og musikkskúlarnar kring landið, hevur viðmælt útlutan av stuðlinum fyri 2016. Stuðulin verður latin í tveimum:

  1. Stuðul verður latin fyri nýskrivað verk, ið vísir á ymiskleikan, sum er í tónleikaundirvísing. Verkið tekur støði í næmingum á ymiskum stigi og umboðar fleiri tónleikasløg. Verkið verður skrivað til fjølbroytt úrval av ljóðførum, og í verkinum verður eisini víst á, hvussu tey virka og ljóða saman. Í tilgongdini at skriva verkið verður skipað fyri verkstovu fyri framkomnar næmingar, har greitt verður frá hugsanum og arbeiðshátti, ið liggja til grund.
  2. Heiðursgáva verður latin ungum tónleikara, sum vísir heilt serligar gávur. Viðkomandi hevur tónlistarliga høgt støði og er ávegis til framhaldandi lestur í tónleiki.


Samstarv við Tórshavnar Musikkskúla

Tann 13. februar 2015 varð avtala undirskrivað millum Tórshavnar Musikkskúla umboðandi musikkskúl-arnar í Føroyum og nevndina fyri Grunn Thorvalds Poulsen av Steinum um stuðul.

Endamálið við avtaluni er at fremja endamál grunsins, sum er ”at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving”.

Sambært avtaluni, ið er galdandi í trý ár (2015-2017), veitir grunnurin musikkskúlunum stuðul upp á 50.000 kr. um árið í trý ár – til samans 150.000 kr.

Nevndin fegnast um avtaluna við musikkskúlarnar:  ”Við hesari avtalu leggja vit upp til eitt tætt samstarv við listafakliga umhvørvið um leistin fyri veitan av gávugóðsi úr grunninum. Í fyrsta trý ára skeiðinum er valt at fara í samstarv við musikkskúlan, og royndirnar frá fyrsta árinum eru góðar. Á henda hátt vilja vit virka fyri, at grundarlagið fyri stuðulsveitingini er fakliga væl grundað og at stuðulin kemur fleiri til gagns ”, sigur Sigurð í Jákupsstovu, formaður fyri grunnin.

Í avtaluni er staðfest, at peningurin verður nýttur á slíkan hátt, at musikkskúlarnir fáa høvi at veita ungum tónleikaúrmælingum serligar umstøður at mennast innan sína listagrein til gagns fyrst og fremst fyri ungu listafólkini, men eisini fyri skipanina sum heild.

”Musikkskúlin er fegin um stuðulin úr Grunni Torvalds Poulsen av Steinum og vil virka fyri, at stuðulin kemur ungum gávuríkum listafólki til gagns. Áhugin fyri tónleiki í Føroyum er stórur, og fleiri ungir tónleikarar eru ávegis til framhaldandi lestur. Vit vóna, at stuðulin latin fyri 2016 fer at gera mun fyri ein breiðan hóp av ungum, evnaríkum tónleikarum og fyri einstøk tónlistafólk”, sigur Andrea Heindriksdóttir, stjóri á Tórshavnar Musikkskúla.

 
Um Grunnin

Thorvald Poulsen (føddur 8. februar 1912) var garðyrkismaður – gartnari – í Havn og hevði vakstrarhús og urtagarð sín, har sum R. C. Effersøes gøta og gøtan Egholmstrøð møtast. Hann átti eisini traðirnar, har SMS og meginparturin av R. C. Effersøes gøtu eru í dag. Alt hetta økið seldi hann og setti peningin á bók í Føroya Sparikassa, har hann stóð og rentaði, til Thorvald doyði. Torvald hevði áhuga fyri máli og list, og hann stovnaði grunnin til tess at stuðla ungum fólkum við listarligum evnum at nema sær útbúgving.

Limirnir í nevndini eru sambært viðtøkunum fyri grunnin rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, formaðurin í Listasambandi Føroya og formaðurin í Føroya Lærarafelag.

Thorvald ynskti, at grunnurin skuldi handa gávur sínar á føðingardegi hansara tann 8. februar.

Gávugóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001, og síðani hava 19 listafólk og ein stovnur fingið tillutað til samans 935.000 krónur úr grunninum.


Skráin fyri hátíðarhaldið fríggjadagin 5. februar kl. 17 á Reinsarínum:
Kl. 17.00 Vælkomin
kl. 17.10 Tónleikur
kl. 17.15 Handan av gávugóðsi
kl. 17.30 Røða
kl. 17.40 Tónleikur
kl. 17.45 Liðugt

Yvirlit yvir tey, ið hava fingið gávugóðs grunsins

Avtala um stuðul frá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

Viðtøkur fyri Grunn Thorvalds Poulsen av Steinum

Tórshavnar Musikkskúli & Grunnur Thorvalds Poulsens av Steinum - Eftirmeting - árið 2015