30.03.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Geislavirkni úr Japan

Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum staðfestir geislavirkni frá kjarnorkuvanlukkuni í Japan.


Geislavirkni frá kjarnorkuvanlukkuni í Japan er nú staðfest í Føroyum.

Geislingin stavar frá spreingingum á Fukishima kjarnorkuverkinum, ið hendu í kjalarvørrinum av ógvisligu jarðskálvtunum 11. mars 2011.

Smáar nøgdir av jod-131 eru staðfestar í føroyska umhvørvinum. Mátingar eru gjørdar av geislavirkni í grasi, ið varð savnað 27. mars og 28. mars.

Geislingin frá jod-131 í grasi er mátað til at liggja millum 14 og 28 Becquerel per kg av grasi.

Jod-131 er eitt av geislavirknu evnunum, ið koma frá kjarnorkuspreinginum. Helvtartíðin fyri jod-131 er 8 dagar.

Mátaða geislingin í Føroyum er sera lítil, og hon hevur ongan heilsuligan týdning.