Náttúruvísindadeildin
22.10.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Gekkurin argar

Í Speki fyrilestri í sjónvarpinum 22. oktober varð m.a. spurt: Er tað rættvorðið, at tað er meiri enn eitt hálvt ár ímillum Gekkavinningar?


Myndin høgrumegin vísir hvussu stór gloppini millum Gekka-vinningar hava verið síðani 4. februar 2005 fram til tann metstóra vinningin uppá 1.250.000 kr, sum varð vunnin 26. september í ár.

Í fyrilestrinum eru 'gloppini' millum vinningar gjørd upp og samanborin við væntað tøl, um vit siga, at snaringin av Gekkahjólinum er ein púra tilvildarlig hending.

Samanumtikið er einki í hesi kanning, sum bendir á, at tilvildin ikki ræður í Gekkaspælinum, bæði í miðal, hvussu ofta Gekkurin er vunnin, og hvussu gloppini (í vikum) býtast í mun til væntaðu tølini.

Eftir sjálvan fyrilesturin var ein lítil roynd gjørd við tveimum terningum, sum vórðu ringlaðir 12 ferðir. Eftir hagtølunum (sí mynd av talvu høgrumegin) tykist ikki nakar munur vera á terningunum. Men í veruleikanum varð pilkað við tann hvíta terningin soleiðis, at eitt 2-tal slættis ikki kundi koma fyri: Síðan við tveimum prikkum varð broytt soleiðis, at ein nýggjur prikkur varð settur ímillum hinar báðar, so tað varð lisið sum eitt 3-tal !

Sí greinina: Meðan vit bíða eftir Gekkinum

Sí glærusýning frá fyrilestrinum.



SpekiGekk2.pdf