Eyðfinn Magnussen
03.01.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Genetiskar avleiðingar av fiskiskapi

Umsiting av fiskastovnum eigur í størri mun at byggja á genetiskar kanningar. Tær umsitingarligu eindirnar skulu vera lívfrøðiliga grundaðar og eiga regluliga at verða endurskoðaðar so hvørt sum vitanin økist um fiskastovnarnar. Í samband við útseting av fiski eigur at vera fari hóvliga fram, og atlit skulu takast fyri, at tann villi fiskurin verður minst møguligt ávirkaðu av útsetingini.


Hettar vóru nakrar av tilráðingunum, sum komu fram á einum Norðurlendskum workshoppi, sum varð hildið á Rønne á Bornholm í oktober 2006.

Ætlanin við fundinum

Endamálið við fundinum var at betra um samskifti millum fiskimenn, vísindafólki og fólki, ið arbeiða við umsiting av fiskastovnum Norðurlondum. Á fundinum vóru úrslit løgd fram um hvussu fiskastovnar genetiskt verða ávirkðir, tá fiskað verður burtur av stovninum. Víst var á, hvussu týdningarmikið tað er, at tann genetiska vitanin um fiskin eisini verður tikið við í ráðgevingini um, hvussu fiskastovnar eiga av verða umsitnir.

Seks høvuðsevni umrødd

Seks høvuðsevni vóru umrødd á fundinum:

1. Uppbýting av skilagóðum umsitingarligum eindum.

2. Í felag umsiting’ av fiskiríkidøminum – ein alternativur umsitingarháttur.

3. Ávirkan av fiskiskapi á genetisku eginleikarnar hjá fiskin.

4. Genetisk ávirkan av at útseta fiska.

5. Ávirkan á onnur fiskasløg í vistskipanini enn tey, ið beinleiðis verur fiska eftir.

6. Hvørja genetiska ávirkan hava friðað øki á fiskin.

Les frágreiðingina: Genetic consequences of fisheries and fisheries management. Report from a multi-disciplinary workshop in Rönne, Bornholm, 25-26 October 2006, sum telur 53 blaðsíður.