Mynd 1.jpg (11)
Poul Guttesen, Rúna í Skála, Kristine Haugen Rubilar , gestagranskari, og Hans Harryson
03.02.2023
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Gestagranskari á Námsvísindadeildini

Seinasta mánaðin hevur norska Kristine Haugen Rubilar, ph.d.-lesandi, verið gestagranskari og partur av starvsfólkaliðnum á Námsvísindadeildini á Setrinum. Kristine er innskrivað sum ph.d.-lesandi á “Universitetet i Sørøst-Norge”

USN fevnir um 4 sjálvstøðugar og tó samanhangandi lærdar háskúlar. Hesir eru:

  • Campus Porsgrunn
  • Campus Notodden
  • Campus Drammen
  • Campus Vestfold

Ph.d.-ritgerðin hjá Kristine er partur av einari stórari verkætlan, ið kallast Bridges, og sum hevur til endamáls at byggja brýr millum læraraútbúgvingar og fólkaskúlar í Norra.

Tey granskingarevni, ið fáa serligt uppmerksemi í Bridges-skipanini, eru:

  • fólkaheilsa
  • lívsmót og lívsmeistring
  • fólkaræði
  • borgaraskapur
  • burðardygg menning

Ein aðalboðskapur í verkætlanini Bridges er, at ein kann ikki fáa bilbugt við hesi stóru evnini í einstøkum lærugreinum, og tí er tað alneyðugt at tvørgreinalig undirvísing og tvørgreinaligt samstarv fær størri rúm bæði í læraraútbúgvingini og í fólkaskúlanum.

Í síni gransking roynir Kristine at skráseta og at kanna ymisk evni og ymiskar undirvísingartilgongdir, ið hóska væl í tvørgreinaligum samanhangum.

Kendi norski professarin, Heidi Biseth, stendur fyri Bridges-verkætlanini, og hon er eisini høvuðsvegleiðari hjá Kristine.

Kristine hevur verið sjónlig á Námsvísindadeildini hesar seinastu fýra vikurnar. Hon hevur samskift við undirvísarar og granskarar um ymisk viðkomandi evni, og hon hevur havt framløgu á regluliga granskingarfundinum á deildini.

Námsvísindadeildin hevur í mong ár verið partur av Spika-netverkinum, sum m.a. hevur burðardyggleika, borgaraskap og fleirmentan sum fokusøki.

Netverkið, sum verður umsitið av USN, Notodden, er hugskotsgevi í Bridges-verkætlanini, og tað er eisini í hesum sambandi, at Kristine Haugen Rubilar hevur leitað sær til Føroya.

Tey, ið umboða Spika netverkið á Námsvísindadeildini, eru undirvísararnir Poul Guttesen, Rúna í Skála og Hans Harryson.

Kristine Haugen Rubilar leggur fram um sína granskingarverkætlan á granskingarfundi á NÁD