05.06.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Gestur Hovgaard við nýggjari vísindaligari útgávu

Talan er um antologiina Entrepreneurship in Small Island States and Territories, útgivin á viðurkenda forlagnum Routledge.


Bókin viðger tey serligu vilkor og møguleikar, sum entreprenørskapur hevur í oyggjasamfeløgum og inniheldur kapitlar við dømum um entreprenørskap úr fleiri heimspørtum.

Redaktørur av bókini er Godfrey Baldacchino, professari á Malta, ið er kendasti granskarin av tí vaksandi vísindaliga tilfari sum er um oyggjasamfeløg.

Greinin hjá Gesti viðger menningina av føroysku alivinnuni í einum søguligum og entreprenørskaps sjónarhorni.

Nærri kann lesast um bókina her