Skriva út
Gestur í nýtt starv í Nuuk
Gestur Hovgaard verður instituttleiðari á Ilisimatusarfik.
Komandi lestrarár skal Gestur búleikast og arbeiða í Nuuk.
Ein av royndastu kreftunum á Fróðskaparsetrinum fer nú á annað beiti í eina tíð. Gestur Hovgaard, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, er settur í starv á universitetinum í Grønlandi, Ilisimatusarfik.
Gestur verður leiðari á instituttinum fyri samfelag, búskap og journalistikk. Gestur er í dag útbúgvingarleiðari fyri sonevndu masterlæruni á Søgu- og samfelagsdeildini. Hann fer í farloyvi í tí starvinum 1. august, tí eftir summarsteðgin gongur leiðin til Nuuk.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...