Gestur og Svein-Ole verða starvsfólkaumboð
Gestur Hovgaard varð afturvaldur, meðan Svein-Ole Mikalsen er nývaldur
Í gjár var skipað fyri vali av starvsfólkaumboðum fyri Fróðskaparsetur Føroya. Av teimum 127, sum høvdu valrætt, greiddu 83 atkvøðu. Tað svarar til eina vallutøku upp á 65,4 prosent.
Valúrslitið gjørdist soleiðis:
Gestur Hovgaard 35 atkvøður
Svein-Ole Mikalsen 30 atkvøður
Hans Harryson 25 atkvøður
Sára Joensen 25 atkvøður
Vár í Ólavsstovu 23 atkvøður
Sostatt er Gestur Hovgaard fyrstvaldur við 35 atkvøðum og Svein-Ole Mikalsen næstvaldur við 30 atkvøðum.
Av tí at tað stóð á jøvnum millum Hans Harryson og Sáru Joensen var neyðugt við lutakasti. Fyrsti varalimur gjørdist Sára Joensen við 25 atkvøðum og annar varalimur gjørdist Hans Harryson við 25 atkvøðum.
Í lógini um Fróðskaparsetur Føroya stendur, at “Stýrið er evsti myndugleiki á stovninum og hevur ábyrgdina av virksemi stovnsins mótvegis landsstýrismanninum. Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar ... Stýrið tekur sær av áhugamálunum hjá Fróðskaparsetri Føroya sum útbúgvingar- og granskingarstovni, ásetir bygnað og tekur avgerð um langtíðarvirksemi og menning.”
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...