Skriva út

Gevandi Seturskjak

Seturskjakið í gjárkvøldið vísti, at tørvur er á einum palli til kjak


Í gjárkvøldið varð skipað fyri Seturskjaki. Talan er um fyrsta tiltakið í eini ætlaðari røð av kjakkvøldum, sum Setrið í framtíðini fer at hava á skránni.

Seturskjakið er ætlað sum kjakkvøld, har fólk fær høvi til at hoyra meira um eitt ávíst evni. Hetta verður gjørt soleiðis, at fyrst fara fakfólk at hava stuttar framløgur og síðan halda fólk við eitt pallborð fram at viðgera evnið og áhoyrarar fáa eisini høvi at taka lut í kjakinum.

Evnið í gjárkvøldið var  “Hvar eru fakfólkini í samfelagskjakinum". Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, og Annika Sølvará frá Granskingarráðnum løgdu fyri við hvør sínum uppleggi til kjakið. Aftur at teimum sótu trý fólk við pallborðið: Niels Uni Dam, samskiftisserfrøðingur, og frá Setrinum Gestur Hovgaard, lektari í samfelagsvísindum, og Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum.

Spírin til at velja júst hetta evnið til kjakið spratt úr, at tað ymsa staðni hevur verið sóknast eftir, hvar ið fakfólkini eru í samfelagskjakinum. Fleiri sjónarmið vórðu framborin og kjakast varð dúgliga. Semja var um, at tørvur er á, at fakfólkini taka virknari lut í samfelagskjakinum. Ábyrgdin liggur bæði hjá fakfólkunum sjálvum, teimum stovnum, sum tey starvast á og sum mugu vera við til at skapa karmarnar og eisini hjá fjølmiðlunum. Ein pallur til samskifti varð eftirlýstur og betri kunning um, hvørji fakfólk eru í landinum og hvørjar førleikar hesi fólk hava.

Eini 60 fólk vóru til tiltakið. Ætlan er løgd um at skipa fyri trimum Seturskjakum eftir nýggjár. Tað fyrsta verður ætlandi 2. februar 2012.