Gjáardagur
Turið Sigurðardóttir
15.11.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Gjáardagur

Fastir lærarar og skrivari á Føroyamálsdeildini vóru í Gjáargarði 14. november og arbeiddu við námsskipanunum hjá deildini.


Fastir lærarar og skrivari á Føroyamálsdeildini vóru í Gjáargarði 14. november og arbeiddu við námsskipanunum hjá deildini. Talan er um dagføringar av støðisnáminum, m.a. í sambandi við, at nú verða studentar tiknir inn hvørt ár.

Eisini skulu námsskipanir og skeiðslýsingar nú orðast við atliti at Bologna-tilgongdini. Tað merkir, at læruúrtøkan gjøgnum námið hjá studentunum verður sett í brennidepilin, lýsingarnar skulu vera  gjøgnumskygdar, og  tað skal bera til at bera saman nám og námstættir millum deildir og millum universitet.