Screenshot_2021-04-27 «Les collectionneurs d’images» des ogres et des îles.png
Franska tíðarritið, Ledevoir, hevur ummælt bókina, og ein franskur mentanarpoddur kemur eisini um hana
Brynhild Thomsen
27.04.2021
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Glansbílætasamlararnir á fronskum

Franska útgávan av skaldsøguni hjá Jóanesi Nielsen, Glansbílætasamlararnir, er komin í lag í samstarvi millum Maluna Marnersdóttir, professara á Føroyamálsdeildini, og Daniel Cartier, professara

Søgan um teir seks dreingirnar í Nonnuskúlanum og teirra hørðu lagnu í skaldsøguni, Glansbílætasamlararnir, er nú útkomin í franskari týðing.

Franska heitið er Les collectionnerus d’images. Tað er Inès Jørgensen, sum hevur umsett hana. Áður hevur hon eisini umsett bøkur eftir William Heinesen til franskt. Útgávan er komin í lag í samstarvi millum Daniel Chartier, professara, og Maluna Marnersdóttur, professara á Setrinum, sum hevur sæð um týðingina og skriva eftirorðini í henni.

Daniel Chartier er leiðari á altjóða starvsstovu, sum arbeiðir við tað ímyndaða Norðri, á Université du Québec í Montréal.

Jóanes Nielsen, rithøvundi, situr her við síni fronsku útgávu á Føroyamálsdeildini, har Kringvarpið eisini kom á gátt at gera samrøðu

Skaldsøgan er givin út á forlagnum Édition La Peuplade í Québec, og hon kom í handlarnar í Kanada og Fraklandi tann 8. apríl.

Týðaragrunnurin í Mentanargrunninum hevur stuðlað týðingini og útgávuni.

Skaldsøgan hevur longu vakt ans og er ummæld í tíðarritinum Ledevoir.

Lesið ummæli her.

Í síðstu viku viðgjørdi mentanarsendingin í Kvf, Nón, útgávuna, og har hevði Ingi Rasmussen samrøðu við Jóanes Nielsen og Maluna Marnersdóttir.

Hoyrið samrøðuna her.